Lena ger frambrot í Norðurírlandi

Lena Anderssen verður spæld hvønn dag á norðurírska BBC

Lena Anderssen er »Artist of the Week« – tónleikarin hesa vikuna – á BCC Radio Ulster, sum er norðurírska deildin hjá bretska kringvarpinum.

Verturin Eve Blair kunngjørdi í gjár, at hon fer at spæla sang hjá Lenu Anderssen hvønn dag hesa vikuna.

Eve Blair legði út við at greiða frá, hvør Lena Anderssen er, og so spældi hon sangin »State of the Land«, sum er nýggjur sangur hjá Lenu av útgávu, sum kemur næsta ár.

Komandi dagarnar verða sangir sum »Aimee« og »Eagle in the Sky« spældir á BBC Radio Ulster.