Lena fingið beinkrím - konsert avlýst

Roynt verður nú at finna ein annan dag at hava konsertina

Sunnukvøldið skuldi Lena Andersen hava Konsert í Reinsarínum í Havn, men nú er greitt, at tey hava verið noydd at útseta hana.

 

Orsøkin er tann, at songkvinnan hevur fingið beinkrím og er ikki før fyri at fara á pall hesar næstu dagarnar, tí bæði røddin og oyruni eru gingin fyri

 

Beinkrím hevur herjað landið seinastu tíðina, fyri tey, sum fyrireikaðu konsertina í Reinsarínum, siga, at hetta er aðru ferð seinastu tíðina, at Lena er løgst við influensu, og má avlýsa, tí sjúkan hevur sett seg í røddina.

 

Tey, sum hava keyt atgongumerki, fáa pengarnar aftur, men annars verður roynt at finna ein annan dag, har konsertin kann vera.