Lena Andersen í Sjónleikarhúsinum

Føroyska sangkvinnan Lena Anderssen trínur nú aftur á pall. Hetta er fyrsta almenna konsertin í føroyska høvuðsstaðnum í skjótt 18 mánaðir. Lena fer á pall í Sjónleikarhúsinum leygarkvøldið 14. juni. Við sær hevur hon millum annað mannin hjá sær Niclas Johannesen á gittara. Fløgan Let Your Scars Dance var kosin "Ársins Fløga" til bæði Planet Awards og av lesarunum hjá Dimmalætting. Lena, sum í juni verður við á danska Spot Festivalinum, fer seinni í juni at spæla í Danmark og Írlandi.