Tónleikur
Lena og Niclas fara í heyst á ferð kring Evropa. 19 konsertir í 19 ymiskum stórbýum, skulu kunna heimin um navnið Lena Andersen. Tað er avstralski sangarin og sangskrivarin, Xavier Rudd, ið hevur boðið Lenu við sum upphiting á konsertferðini, ið skal gera Xavier Rudd til eitt kent navn í Evropa. Frammanundan er Rudd rættiliga vælumtóktur í heimlandinum. Serliga er hann kendur, fyri at vera góður á konsertum. Rudd spælir á hópin av ymiskum ljóðførum og verður vanliga bólkaður undir etniskan- ella heimstónleik.
Í løtuni ferðast Rudd sum upphiting fyri amerikanska rokk risan Dave Matthews Band.
Konsertferðin saman við Rudd er komin í lag gjøgnum nýggja kanadiska umboðsfelagið hjá Lenu, ið eisini umboðar Rudd. Fyrrverandi umboðsmaðurin hjá Lenu, Richard Ogden, flytur nú til Brasilia og tekur seg burtur úr ídnaðinum, og tí var tørvur á nýggjum umboðsfelag, og tá fall valið á Thompson Management í Kanada. Hetta umboðsfelag kendi til Lenu, og hevur áður víst áhuga í henni. Konsertferðin við Rudd kundi bent á, at hetta kann gerast eitt spennandi samstarv.
Konsertferðin byrjar í Madrid, har tey fara á pall í spælistaðnum Caracol 4. september, síðan gongur leiðin til Barcelona, Zurich, München, Franfurt, Rom, Milano, Berlin, Hamborg, Colognem, Brússel, Amsterdam, Paris, Brighton, Fallmouth Princess, Dublin, Edinburgh, Manchester, áðrenn tey enda í London 28. september. Ella við øðrum orðum 19 konsertir í 10 londum í 24 dagar.
Lena spælir 24. mai í Atlantis, men annars standa ikki nakrar aðrar konsertir í Føroyum á skránni, men sambært Niclas Johannesen manni og gittarleikara hjá Lenu eru onkrar konsertir í Føroyum, ið verða almannakunngjørdar í næstum. Hetta eru bæði konsertir við bert Lenu og Niclas, men eisini við bólki. Nýggja fløgan Let Your Scars Dance skal jú marknaðarførast í Føroyum.
Í løtuni arbeiðir umboðsfelagið hjá Lenu við at fáa í lag útgávusáttmálar kring heimin fyri hesa fløguna. Men Niclas vísir á, at hetta ikki hevur skund.
- Henda konsertferðin er fyrst og fremst fyri at gera vart við navnið hjá Lenu og fyri at skapa eitt sindur av áhuga, so nýggja fløgan nýtist ikki at vera komin út í teimum londum, sum vit vitja, sigur hann.