Lena Andersen konsert í Vestmanna

Forkunnug konsert við ?ársins songkvinnu? verður í Vestmanna hóskvøldið 4. juni. Føroyska songkvinnan Lena Andersen spælir hóskvøldið klokkan 20 á Staðnum. Við sær hevur hon Niclas Johannesen á guitar, og fer hon at spæla egið tilfar - nógv kent og okkurt heilt nýtt.

 

Lena gav í 2007 út fløguna Let Your Scars Dance, sum varð kosin ?Ársins Fløga? á bæði Planet Awards og av Dimmalætting, og Lena vann í fjør heiðurin sum ?ársins songkvinna?. Let Your Scars Dance er nú útgivin í Danmark og heitislagið hevur verið at hoyrt regluliga í donskum útvarpi seinastu vikurnar.

 

Seinni í summar fer Lena at spæla á fleiri festivalum - teirra millum Við Múrin, saman við Niclasi, og á G! Festivalinum, har hon fer at hava bólk við sær. Men fyrst verður høvi at hoyra Lenu spæla og syngja nú hóskvøldið í Vestmanna.