Lemjandi ósigur steðgar ikki Team Klaksvík

Fríggjakvøldið tapti Team Klaksví heili 42-7 fyri KÍF. Úrslitið sigur alt um dystin, men sigur eisini søguna um Team klaksvík í 2012. Raðfesting er nú ungdómsarbeiði

– Skal tú tosa við meg, spyr Heri Johnson við einum smíli og tykist øtast spurningarnar eftir stórtapið. Heri Johnson er formaður í Team Klaksvík, spælir sjálvur við og hevur úr at gera við at venja ung­dóms­liðini.
– Hetta var flóvusligt, men tapið gjørdist alt ov stórt. Munurin er ikki so stórur, men vit mangla tveir av okkara bestu leikarum og tað merk­ist ov væl, sigur Heri Johnson.
Hálvleiksstøðan var 21-5. Serliga illa stóð til í seinna hálvleiki, tá heima­liðið bara skoraði tvey mál.
Undan dystinum var KÍF oddalið, meðan Team Klaksvík var botnlið. Tí kundi hugsast, at Team Klaksvík fór at fáa ein torføran dyst. Tað bleiv tað so sanniliga eisini.
Aftaná 20 minuttir var KÍF á odda 16-1. Seinastu tíggju minutt­irnar fekk Team Klaksvík fýra mál, meðan KÍF fekk fimm.
Í seinna hálvleiki helt gongdin fram og tað var ikki fyrr enn í 14. minutti, at Team Klaksvík aftur fekk mál. Tá var støðan 30-6.
Tað endaði við 42-7 sigri til gest­irnar úr Kollafirði, sum nú hava 11 stig á fyrsta plássi, meðan Team Klaks­vík framvegis ikki hevur fingið nakað stig.

Brúka teir lokalu
Dysturin fríggjakvøldið er ein greið staðfesting av, at Team Klaksvík er langt frá at verða kappingarført í Atlantic Airways deildini. Burtur eru lyklaleikararnir frá í fjør og liðið er nú mannað við lokalum ung­um leikarum. Tað sæst aftur á úrs­litinum, men tað er ein ætlan við gongdini.
Í fjør brúkti Team Klaksvík fitt av pengum og fimm av leikar­unum, sum kunnu roknast sum stam­leik­arar vóru aðrastaðni frá enn í Klaksvík og tað metir Heri Johnsson ikki er til gagn fyri felagið í longdini.
– Í ár raðfesta vit teir ungu leik­ar­arnar fremst. Teir skulu mennast, men tað kunnu teir ikki um vit ikki brúka teir. Teir hava allir evnir at blíva góðir og teir blíva bara betri, sigur Heri Johnson.
Málið fyri í ár er, at allir leikar­arnir skulu hava ment seg, so fel­agið stigvíst kann koma longur fram. Tað skal gerast við menna yngru deildirnar og vísa teimum ungu leikarunum álit.
Team Klaksvík hevur í løtuni seks lið tilmeldaði. Eitt lið í Atlantic Airways deildini og eitt lið í næst­bestu deildini, umframt tvey í dreing­ir 10, eitt í dreingir 12 og eitt í dreingur 14.
Hóast harða kapping frá serliga fótbóltinum, so er áhugi hjá teimum yngru fyri at spæla hondbólt. Trupul­leikin er hinvegin at finna venj­arar. Heri venur sjálvur tvey lið, men ætlanin er, at fáa onkrar av leik­arunum at traðka til á venjara­frontinum eisini.

Venjaraspurningurin ikki avgreiddur
Team Klaksvík hevur ongan venj­ara havt higartil í ár. Fríðin Ziskason hevur staðið á odda fyri lið­num higartil í ár, men hann var burtur­staddur til dystin fríggjadagin. Heri Johnson váttar, at Team Klaksvík er í samráðingum við ein venjara, sum umframt at taka sær av besta lið­num, eisini skal taka sær av teimum yngru liðnum.
– Vit samráðast við ein venjara, men eg fái ikki sagt meiri um hvør tað er í løtuni. Møguleikin fyri at hann kemur er minkaður nakað seinastu vikuna, men hann sigur at tað er 40 prosent møguleiki fyri at hann tekur av, sigur formaðurin í Team Klaksvík.

Ov stórt tap
Tapið fríggjakvøldið hoyrir ikki heima í bestu deildini í føroyskum hondbólti. Munurin á liðnum var alt ov stórur. Team Klaksvík gjørdi eis­ini ein rúgva av tekniskum barna­feilum, sum heldur ikki hoyra heima í bestu deildini. Tað vita klaks­víkingar eisini.
Men meðan vánaliga avrikið ikki hoyrir heima í bestu deildini, so hoyrir eitt hondbóltsfelag í Klaks­vík avgjørt heima í bestu deildini.
Vísur Team Klaksvík framgongd og arbeitt verður miðvíst við ung­dóms­arbeiðinum, so kemur ein dagur, har eitt lokalt Team klaksvík lið kann geva teimum flestu góða mót­støðu.
Fyribils má Team Klaksvík tó taka til takkar við leiklutinum, sum abso­lutta botnliðið í føroyskum hond­bólti.