Ferðaseðlaprísir
? Nú er farið at leka ímillum teori og praksis hjá Kristinu Háfoss.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í samferðslumálum, er ikki samdur við Kristinu Háfoss um, hvussu prísurin fyri at ferðast ímillum oyggjar í Føroyum skal ásetast.
Í Sosialinum í gjár vísti løgtingskvinnan fyri tjóðveldisflokkin á, at tað liggur í kortinum, at tá ið undirsjóvartunnilin er goldin skal tað verða ókeypis at koyra ígjøgnum hann.
? Hvussu kunnu vit so forsvara, at tað framvegis skal kosta at ferðast við nýggja suðuroyarskipinum, tá ið tað er goldið, spurdi hon.
Samanber súrepli og appilsin
Bjarni Djurholm heldur, at hesi bæði kunnu als ikki samanberast.
? Hetta er sum at samanbera eitt surepli og eina appilsin, tí hugsunarhátturin hjá Kristinu Háfoss hongur ikki saman.
Hann sigur, at skal hugskotið hjá Kristinu Háfoss setast í verk, hevði tað í veruleikanum ført við sær, at tey, sum ferðast við skipi, høvdu fingið stórar sersømdir framum tey, sum ferðast við bili.
? Og tað kann ikki verða rætt at gera mun á fólki, heldur landsstýrismaðurin í vinnumálum.
Hann sigur, at tey, sum koyra ímillum bygdir og oyggjar í Føroyum í bili, ferðast ikki ókeypis í dag og tey koma ongantíð at ferðast ókeypis. Heldur ikki tey, sum koyra, og fara at koyra, um firðir og sund ígjøgnum undirsjóvartunlar, ferðast óeypis, og so langt ífrá tí.
? Tey, sum ferðast í bili, hava stórar útreiðslur av bilinum. Fyrst er hann dýrur at keypa. Og hvørja ferð, tey koyra ein kilometur, hava tey útreiðslur til brennievni, umframt tað, at dekk og bilur slítast.
Og Bjarni Djurholm leggur afturat, at tað er ikki so lítið av hesum útreiðslum ið enda í landskassanum í mvg og øðrum avgjøldum av ymsum slagi.
Sostatt kostar tað ikki so lítið at koyra í bili ímillum bygdir í Føroyum og tey, sum koyra ígjøgnum undirsjóvartunnilin, skulu so gjalda ferðaseðilin afturat.
Landsstýrismaðurin sigur, at tað, sum liggur í kortunum, er, at tá ið undirsjóvartunnilin er goldin, skulu tey, sum koyra ígjøgnum hann, framvegis betala fyri raksturin.
? Tað merkir, at tey skulu framvegis keypa ferðaseðil fyri at koyra ígjøgnum tunnilin, hóast gjaldið fer at verða munandi lægri enn tað er nú.
Sleppa nógv bíligari
Bjarni Djurholm sigur, at skuldu so tey, sum sigla við skipunum hjá Strandferðsluni, ferðast ókeypis, hevði tað verið ein stórur fyrimur fyri tey.
?So høvdu tey ferðast heilt ókeypis, tí umborð á skipunum stendur bilurin stillur og sostatt hava tey heldur ongar útreiðslur av koyringini. Men skuldu tey hinvegin koyrt til Havnar, hevði tað kostað eina ávísa upphædd í brennievni, umframt at bilurin slítist og tað kostar eisini.
? Skuldu tey ferðast ókeypis til Havnar við Smyrli, hevði tað sostatt verið at givið teimum sersømdir afturímóti teimum sum noyðast at koyra ímillum bygdir ella oyggjar og tískil mugu betala fyri brennievni og slit á bilin.
Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at tosa vit um sigling, betalir tað almenna fyri at byggja skipini hjá Strandferðsluna.
? Tað almenna betalir eisini ein munandi part av rakstrinum fyri at ferðafólkini skulu sleppa bíligri. Tosa vit um Smyril, gevur hann stórt undirskot og tað, sum ferðafólk betala, er bara ein partur av tí, sum raksturin kostar.
? Men skulu tey ferðast ókeypis, sleppa tey enntá undan at betala tað, sum tað hevði kostað at koyrt ímillum í bili og tað kann ikki vera rætt, sigur landsstýrismaðurin í samferðslu.
? Øll vita, at tað er sanniliga ikki ókeypis at koyra í bili. Men skulu summi so sigla ókeypis, er tað at geva teimum sersømdir og tað er ikki rætt.
Bjarni Djurholm er greiður yvir, at tað kann tykjast tungt fyri tey, sum sigla, at betala fyri ferðaseðil. Men hann sigur, at veruleikin er, at tað almenna betalir eina munandi upphædd til Strandferðsluna, fyri at ferðaseðlaprísirnir kunnu verða munandi nógv lægri enn teir annars høvdu verið.