Barnið kom í heimin í statinum Mississippi, og longu 30 tímar aftan á føðingina byrjaðu læknarnir at viðgera tað við antrireotriviralum heilivági. Nú er eitt ár, síðani viðgerðin steðgaði, og í dag er tað hálvt triðja ára gamla barnið eftir øllum at døma frískt.
Vísir tað seg, at smittan er horvin við alla, er hetta aðru ferð í søguni, at tað hevur eydnast at lekja nakran fyri HIV-virus, skrivar The New York Times og leggur afturat, at koma seinni kanningar til sama úrslit, er tað einki minni enn ein kollvelting innan háttin at viðgera nýfødd børn.
Mamman visti ikki, at hon hevði HIV-smittuna í sær, tá hon kom á sjúkrahúsið at eiga. Dr. Hannah B. Gay, sum er professari í barnasjúkum á Mississippi University, tók nakrar royndir av tí nýfødda barninum. Tað vísti seg, at eitt vet av virusi var í blóðinum, og tá royndir, tiknar so tíðliga, vóru positivar, var niðurstøðan, at barnið var smittað, áðrenn tað kom í heimin.
Í slíkum føri plaga læknarnir at geva minni nøgdir av heilivági sum fyribyrjgandi, men Hannah B. Gay sigur við The New York Times, at hon fór undir viðgerðina alt fyri eitt. Viðgerðin helt fram í hálvt annað ár, og á sjúkrahúsinum kundu tey staðfesta, at hon gav úrslit.
Fimm mánaðir seinni vórðu nýggjar royndir tiknar av barninum. Tær vóru negativar.
Vanligt í Danmark
Tað eru ikki allir læknar, sum eru so ovfarnir av avrikunum hjá Hannah B. Gay og hennara toymi. Danskir professarin Jens Lundgren segði við danska kringvarpið mánadagin, at viðgerðin, sum tann amerikanska gentan fekk, er sama viðgerð, sum danska sjúkrahúsverkið bjóðar børnum hjá HIV-positivum mammum.
Jens Lundgren leggur afturat, at hann væntar ikki, at viðgerðin av teirri amerikonsku smágentuni fer at kollvelta bardagan ímóti eyðkvæmi.










