Í Pink-sendingini, sum byrjar nú klokkan 15 á Rás2 skulu lutararnir gera av, hvør av kvinnunum hjá Neistanum og Stjørnuni skulu sleppa í finaluumfarið, har lekrasta hondbóltsgentan í Føroyum skal kjósast.
Atkvøðugreiðslan byrjar klokkan 15, tá lurtarar kunnu senda SMS til 559999. Klokkan 16.30 verða SMS-boðini tald saman, og stutt fyri klokkan 17 verður sagt, hvørjar tvær skulu í finaluumfarið.
Fyri einari viku síðani skuldu tær vakrastu hjá Kyndli og StÍF finnast, og her vórðu tað Randi S. Wardum og Ninna K. Johansen, sum vunnu seg fram í finaluna.
Í dag eru tað so spælararnir hjá Stjørnuni og Neistanum, sum atkvøða skal greiðast um.
Hjá Stjørnuni eru spælararnir, Lise Hjort Hansen, Maria Ziskason, Laura Bertholdsen, Anna Kristina Samson, Maria við Neyst, Simona Petersen, Ella Petersen, Durita Ljósstein, Joan M. Djordjevic, Una Olsen, Durita Mikkelsen, Durita Christophersen, Bára S. Klakstein og Edith Hansen.
Hjá Neistanum eru spælararnir Fríða Petersen, Ruth Mohr Heen, Unn J. Kragesteen, Ása Christiansen, Nicoleta R. Hansen, Ása á Neystabø, Rakul Augustinussen, Elin Holmk, Marjun Danberg, Anja Heinadóttir, Helena á Krákusteini, Elin Staksund, Rakul Magnussen og Anna Clementsen.