Lekin kostaði BP 215 milliardir

Bretska oljufelagið British Petroleum metir nú, at útreiðslurnar av oljulekanum í Meksikoflógva í summar vóru knappar 40 milliardir dollarar ella umleið 215 milliardir krónur.

Tað skrivar franska tíðindastovan AFP í morgun og sigur seg hava tíðindini frá BP sjálvum.

Samstundis upplýsir bretska felagið, at tað hevði knappar 1,8 milliard dollarar ella 9,6 milliardir í avlopi í triðja ársfjórðingi í ár. Sambært AFP var avlopið bara ein triðing av avlopinum í triðja ársfjórðingi í fjør.