Lekin í Sandoyartunlinum er tettur, og arbeiðið at bora er farið í gongd aftur.
Tað váttar Teitur Samuelsen, stjóri í Sandoyartunlinum.
– Arbeiðið gongur væl. Lekin varð tettur í gjár, og arbeiðið heldur nú áfram, sigur Teitur Samuelsen.
Tað er ikki óvanligt at rena seg í lekar, ger Teitur Samuelsen greitt.
– Tá vit koma fram á ein leka, og vit koma fram á lekur av og á, so gera vit ein skerm rundan um og tætta tunnilin frammanfyri.
Tað var leygarkvøldið, at tunnilsmenninir rendu seg í ein leka, og pumpurnar í tunlinum megnaðu ikki at halda lens, so neyðugt varð við hjálp frá sløkkiliðnum í Sandoy. Eisini vórðu brúktar pumpur frá sløkkiliðnum í Havn og KJ Hydraulik.
Sunnudagin varð mett, at um 2.000 til 3.000 litrar av vatni fossaðu inn í tunnilin um minuttin.
Teitur Samuelsen fær ikki sagt í løtuni, hvussu nógv tað hevur kostað at fáa tunnilin tømdan, men ger greitt, at talan er ikki um upphæddir, ið hótta verkætlanina á nakran hátt.
Tá avtornaði, hevur likið millum 1.000 og 2.000 kubikkmetrar av vatni í tunnilin, metir Teitur Samuelsen.










