Lekar til fjølmiðlar skulu steðgast

Tað sigur Jeff Sessions, løgmálaráðharri í USA

Jeff Sessions, løgmálaráðharri í USA, segði á tíðindafundi í dag, at fýra fólk eru ákærd fyri at hava likið trúnaðarskjøl til fjølmiðlar, ið umrøða ymisk viðurskiftir hjá Trump stjórnini.

 

Tað segði hann á tíðindafundi í dag, sum millum annað BBC skrivar frá.

 

Tað er komið ofta fyri, at fjølmiðlar hava fingið fatur á skjølum og upplýsingum, ið ikki eru alment til taks og tað hevur Trump sett Jeff Sessions at rudda í upp í.

 

Jeff Sessions segði, at ein stjórn kann ikki arbeiða til fulnar, tá leiðarin ikki kann tosa opið á fundum, tí hann er bangin fyri at upplýsingar fara út.

 

Løgmálaráðharrin segði eisini, at hann hevði ætlani um at endurskoða reglurnar fyri nær tað er loyvt at krevja av fjølmiðlum, at tey avdúka keldur. Sessions segði, at tað er ein roynd, at fáa tálma miðlarnar, so teir ikki seta trygdina hjá landinum í vanda.