November mánaði var ein strævin mánaði í Norðoyatunnlinum, men nú gongur aftur frægari.
Arbeiðið Klaksvíksmegin gekk sera seint í eina tíð, tí tað vóru so nógvir lekar, og tíðin, sum arbeiðið var frammanfyri tíðarætlanina, varð etin upp eftir fáum vikum.
? Vit vóru eitt skifti tríggjar vikur frammanfyri tíðarætlanina, men nú fylgja vit aftur tíðarætlanini. Tað kom væl við, at vit vóru frammanfyri tíðina, tá vit rendu okkum í lekarnar, sigur Dávur Reinert Hansen, stjóri í Norðoyatunnlinum.
Seinasta uppgerðin hjá Norðoyatunnlinum vísir, at arbeiðið er komið umleið 1500 metrar Klaksvíksmegin og góðar 2200 metrar Leirvíksmegin. Samanlagt eru arbeiðsfólkini og maskinur komnar ígjøgnum eini 60 prosent av tunnlinum.
Høvdu roknað við trupulleikum
Tað var roknað við, at tað kundu koma lekar undir Háfjalli, og so varð eisini. Tað gekk í grundin betur enn væntað í eina tíð, men so kom vatnið.
? Borðoyarmegin fara vit niður ígjøgnum fláirnar, og tí vistu vit, at tað kundi verða ótætt í støðum. Harafturat er vatntrýstið undir Háfjalli so stórt, at lekarnir gerast stórir, og tað krevur nógv at tetta teir, sigur Dávur Reinert Hansen.
Leirvíksmegin hava tað ikki verið líknandi lekar, og tað kemst av, at har fer tunnilin við fláini niðureftir. Klaksvíksmegin ganga fláirnar øvugtan veg av boringini, og tí er tað meira óvist við arbeiðnum har.
Hava sproytað alt
Tá ið lekarnir gerast so umfatandi, sum teir vóru í Norðoyatunnlinum einu tíðina, verður nógv sement brúkt til at tetta við. Sementið verður sprænt inn sprekkurnar, og nýtslan av hesum sementi hevur verið so stór, at tey 1100 tonsini, sum vóru við í avtaluni at gera tunnilin, eru brúkt.
Avtalan er tann, at byggiharrin skal gjalda fyri tey fyrstu 1100 tonsini, og verður nýtslan av sementi meira enn tað, skal p/f Norðoyatunnilin gjalda helvtina av kostnaðinum fyri restina.
? Vit hava brúkt øll tey 1100 tonsini, og vit hava sett á meira, men tað er lítið brúkt út yvir tað, sigur Dávur Reinert Hansen.
Vóna at sleppa undan
Hvørja ferð eitt tons verður brúkt av sementinum, kostar tað millum trý og fýra túsund krónur.
? Hvussu stórur eykakostnaðurin av hesum verður, veldst nógv um nøgdirnar, sum vit koma at brúka. Vit hava fyrireikað okkum til, at tað kunnu koma lekar aftur, men vit vóna at sleppa undan fleiri stórum lekum, sigur Dávur Reinert Hansen.
? Nú vóna vit, at arbeiðið fer at ganga væl í eina tíð, so at vit kunnu vinna fram um tíðarætlanina aftur. Jarðfrøðisliga skuldu vit nú gjarna nærkast einum parti, sum skuldi verið betur at arbeitt í, sigur hann.
Jólafrí
Arbeiðið við Norðoyatunnlinum heldur fram í eina slaka viku afturat, og tann 22. desember verður farið í jólafrí.
Einki arbeiðið verður millum jólanna, men mánadagin 3. januar 2005 verður lagt til brots aftur.
Æltanin er framvegis, at Norðoyatunnilin skal verða skotin ígjøgnum næsta summar ? helst í juni mánaði næsta ár.
- - -
Norðoyatunnilin
Arbeiðið at gera Norðoyatunnilin byrjaði í Leirvík í desember mánaði 2003. Í apríl 2004 var farið undir arbeiðið Klaksvíksmegin.
Tunnlin verður 6,3 kilometrar til longdar, og góðir 3,7 kilometrar eru nú borðaðir. Ætlanin er, at tunnilin skal verða skotin ígjøgnum í juni mánaði 2005. Koyrandi skal verða undir Leirvíksfjørð miðskeiðis í 2006.
Norðoyatunnilin er mettur at kosta umleið 355 milliónir krónur. Landið rindar 235 milliónir við partapeningi, og restin skal fíggjast við nýtslugjaldi.
P/F Norðoyatunnilin eigur og rekur tunnilin, til hann er goldin, Tá fellur hann aftur til landið.










