##med2##
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra fótbóltspanelið á FM1, ið var sent beinleiðis úr Klaksvík. Gestir vóru Jákup Ósá (Bolt.fo og Norðlýsið) og Leivur Frederiksen (KVF).
Evnini sum Jákup Ósá og Leivur Frederiksen viðgjørdu saman við Tróndi Arge, verti hjá FM1 vóru:
1) Flytingarvindeygað í Premier League, ið júst er stongt.
2) Umfarið sum er í Betrideildini hjá monnum hetta vikuskiftið:
Í kvøld klokkan 18.15: KÍ-Víkingur (Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1)
Sunnudagin klokkan 15:
AB-ÍF (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
B36-EB/Streymur
TB-Skála
Sunnudagin klokkan 19: NSÍ-HB (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Um dystin í Klaksvík í kvøld sigur Jákup Ósá, at hann væntar javnleik. Leivur Frederiksen væntar hinvegin, at KÍ vinnur á Víkingi í kvøld.