Leivur er havnarmaður, og hann er ein býarmynd. Róliga og hóvliga sæst hann ganga. Ferðin er ikki so nógv longur, men tað sæst væl, at hann hugsar og grundar, og tað er sera hugaligt at koma í prát við Leiv.
Foreldrini vóru Sanna og Hillebert Andreassen. Hann var úr Havnini, og hon var úr Nugga í Nólsoy. Børnini hjá teimum vóru Leivur og Sigrun, sum búgva í Havnini, Randi, sum býr í Keypmannahavn, og Herborg, sum búði í Havnini og sum doyði 33 ára gomul .
Í Ullvøruhúsinum seldi Sanna eitt nú tógv, og Hillebert h hevði jarnsmiðju. Sigrun tók við handlinum hjá mammuni, og Leivur gekk í faðirsins fótasporum. Undir krígnum lærdi hann handverk hjá Askham, og í 1946 fór hann til Danmarkar í maskinskúla. Har leyk hann víðkað maskinmeistaraprógv og el installatør prógv. Leivur sigldi úti í verðini, sum tað plagdi at verða tikið til, okkurt skiftið. Eitt nú sigldi hann við Mærsk, og 1953?1956, tá ið tey búðu niðri, sigldi hann við DSB ferjum.
Leivur giftist 22. august í 1949 við Kirstin, sum er av Tinghúsvegnum. Foreldrini vóru Jóhanna og Jens Chr. Guttesen. Kirstin og Leivur eiga tvey børn, Mariu og Jens, sum bæði búgva í Havnini. Abbabørnini hjá Leivi eru átta og langabbabørnini tvey. Í mong ár búðu Kirstin og Leivur í Ullvøruhúsinum, men síðani í 1977hava tey búð uppi við plantaguna ? í Jústgøtu.
Leivur hevði í mong ár smiðju í Ullvøruhúsinum, umframt at hann fekst við so nógv annað ? eitt nú var hann eitt skifti lærari á maskinskúlanum og avloysari á navigatiónsskúlanum. Í Ullvøruhúsinum gjørdi hann burturúr nýggjum, og har umvældi hann. Eitt nú munnu loddini og teinarnir vera óteljandi, portur og gelendarar, landgongdir og leydarar og soleiðis kundi verið hildið fram. Hann umboðaði Beldam maskinpakningar. Beldam skiltið hekk omanfyri hurðina inn á verkstaðið, og tað gjørdist líka sum búmerkið fyri smiðjuna.
Av og á hevur Leivur verið avloysari í maskinuni umborð á Smyrli, og hann hevur mangan arbeitt umborð í eitt nú Smyrli og Norrönu, meðan tey hava siglt ímillum lond.
Leivur er fittur í hondunum. Hann hevur verið og er framvegis arbeiðssamur, honum hevur altið dámt væl at veitt eina hjálpandi hond, og hann er skilagóður. Í frítíðini hevur honum dámt væl at flotið, og hann hevur lisið nógv. Tað, sum Leivur hevur lisið, hevur hann grundað yvir, og so er hann á sín sermerkta og stillføra hátt komin fram við tí í práti mann og mann ímillum. Tað hevur verið álvarsamt og skemtingarsamt alt í senn, og tað eru nógvar vendingar og orðatøk, sum tey, ið kenna 80 ára føðingardagsbarnið, minnast hann fyri at taka til aftur og aftur.
Kirstin og Leivur hava altíð havt sína regluligu gongd í Ebenezer. Føðingardagurin verður hildin hjá soninum Jensi í dag frá klokkan 10 til 14.