Leivur á Torkilsheyggi 50 ár

Í dag, mikudagin 14. juni, verður Leivur á Torkilsheyggi á Nesi í Eysturoy 50 ár.

 Leivur er bóndi, og hann hevur nógvu tey seinastu árini havt vøruflutning við lastbili.
                      Leivur er ættaður av Torkilsheyggi. Foreldrini vóru Olivia fødd Petersen og ættað úr Rituvík, og Kissa Thorkildshøj. Kissa sat við hálvum Náðisgarðinum, og so ansaði hann fýrin á Garðsenda á Toftum. Leivur tók báðar uppgávurnar eftir pápan, og hann hevur eisini ábyrgdina av vitanum á Flesjunum.
                      Olivia og Kissa fingu sjey børn. Fyrst fimm gentur og síðani tveir dreingir: Bettemi, Tóra, Guðrun, Karin, Eydna, Símun Pætur og Leivur. Bettemi, Karin og Eydna búgva í Runavík. Tóra og Guðrun búgva á Toftum, Símun Pætur býr í Kristnastovu í Keypmannahavn, og Leivur býr á Nesi, har hann hevur bygt við síðuna av barnaheiminum.
                      Eftir skúlatíðina royndi Leivur eitt sindur av hvørjum. Hann sigldi við Skipafelagnum, var á skrivstovuni hjá Lynfrost í Runavík, koyrdi Shell oljubil og eitt stutt skifti arbeiddi hann hjá verfaðirinum, Ólavi Gregersen, sála, sum hevði Tøtingarvirkið.. Miðskeiðis í áttati árunum fekk Leivur sær lastbil, og síðani hevur hann á fyrimyndarligan hátt rikið sína egnu fyritøku.
                      Leivur er røkin, álitisfullur, trúfastur og fyrikomandi. Hann er altíð við tí góða orðinum, og tað liggur væl fyri hjá honum at skemta.
                      Í 1980 giftist Leivur Elini Gregersen úr Syðrugøtu. Tey eiga fýra børn: Óli Kristian (1981), Erla (1983), Beinta (1987) og Óluva (1992). Heimið er fyrimyndarligt og gestablídnið er stórt.
                      Tað liggur væl fyri hjá Leivi at bóndast. Honum og familjuni dáma væl at vera í Húshaganum, í Rituvík og yviri í Nevinum, og tey ganga høgt upp í seyðahaldið.
                      Leivur er altíð í sving. Tá ið ein fríløta er, dámar honum væl at fáast við sang og tónleik. Hann spældi bass og sang í Midnáttarsangbólkinum, sum var nógv frammi í sjeyti árunum, tá tey eisini góvu tvey bond út. Hann er trúgvur í samkomuni Nebo, har hann plagar at hjálpa til við sangi og musikki, og seinastu árini hevur hann verið ein av teimum, sum hava lagt nógva orku í at byggja samkomuni í Nebo nýggjan sal.
                      50 ára føðingardagin er opið hús á Torkilsheyggi.<B STRONG < J normal"$?$end$!$>