Leivur skal menna ungdómin í Hoyvík

Tað verður Leivur Simonsen, sum verður høvðusungdómsvenjari í Hoyvík

Mynd: (FC Hoyvík) Leivur Simonsen og Bjarni Beder, formaður í FC Hoyvík

FC Hoyvík boðaði í gjár frá, at felagið hevur undirskrivað sáttmála við Leiv Simonsen, soleiðis at hann komandi kappingarárið verður høvuðsungdómsvenjari í Hoyvík. FC Hoyvík legði í vetur saman við Undrinum, og heldur fram undir navninum FC Hoyvík.

 

- Leivur er kendur í felagnum, her hann hevur verið virkin í fleiri ár. Leivur hevur nýliga lokið prógv sum UEFA A-venjari, og síggja vit fram í móti einum góðum og mennandi kappingarárið, har Leivur saman við okkara barna- og ungdómsvenjarum koma at mynda venjingarnar, skrivar FC Hoyvík.

 

Leivur Simonsen er sonur kenda venjaran Petur Simonsen. Felagið boðar víðari frá, at venjingartíðir og annað verður tøkt skjótt.

 

Mynd: (FC Hoyvík) Leivur Simonsen og Bjarni Beder, formaður í FC Hoyvík