Ítróttarredaktørurin í Kringvarpinum, Leivur Frederiksen, var ein av fýra ítróttarjournalistum, sum tippaði undan Europa League dystinum millum Liverpool og Manchester United í gjár.
Les eisini:Metingar Liverpool - Manchester United
Soleiðis ljóðaði metingin hjá Leivi Frederiksen undan dystinum:
Hvør vinnur í kvøld?
Liverpool vinnur 2-0 í kvøld. United hevur betri spælarar enn Liverpool, men sum oftast dugi eg ikki at síggja, hvat teir royna á vøllinum. Mentalt síggja teir heldur ikki út til at vera á toppinum. Har er forrestin okkurt spinnandi galið í løtuni við Premier League-spælarum, tá eg hugsi um, at Manchester City- og Chelsea spælararnir eisini hava verið mentalt offside leingi.
Liverpool er toppgearað til í kvøld, og vit vinna við tveimum málum frá Sturridge og Firmino.
Ikki kann sigast annað enn, at Leivur Frederiksen rakti so snóra beint. Liverpool vann 2-0, og málini skutu Daniel Sturridge og Roberto Firmino.
Les eisini:Tað var brotsspark til Liverpool
Hinir tríggir, André Olsen og Neli Heldarskarð frá Miðlahúsinum, og Jákup Ósá frá Norðlýsinum mettur eisini um dystin. Neli Heldarskarð væntaði ein 2-1 sigur til Liverpool, meðan André Olsen og Jákup Ósá væntaðu javnleikir.