Leivur og Odder taptu annan dystin á rað

Odder er bert trý stig frá niðurflytingarstrikuni í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Eitt føroyingalið var í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag.

 

Leivur Mortensen og liðfelagarnir í Odder vitjaðu Grindsted á útivølli og vóru fyri greiðum 21-29 tapi. Í steðginum var Grindsted á odda 13-10.

 

Talan var um annað tapið á rað hjá Odder sum hevur 16 stig, og hevur bert trý stig niður til Roskilde sum er triðaftast í deildini við 13 stigum. 

 

Trý tey niðastu liðini flyta beinleiðis niður í triðbestu deildina. Fjórðaftasta og fimtaftasta liðið spælir upp- og niðurflytingardystir móti einum liði úr triðbestu deildini.

 

Komandi fríggjakvøld verður føroyingauppgerð í Odder, tá Ajax við Brandi Halgirssyni á liðnum vitjar Leiv Mortensen og liðfelagarnar í Odder.

 

Nr.Lið: DystirStig
1HC Midtjylland1833
2Team Sydhavsøerne2029
3Grindsted GIF 2028
4HØJ 1928
5IK Skovbakken1921
6Ajax 2019
7Otterup HK2018
8TM Tønder 2016
9Odder 1916
10HEI Skæring1916
11Vendsyssel1913
12Roskilde 1913
13FIF2013
14HC Odense187