Leivur inn og Bjørn út

Leivur Harryson má inn aftur í Mentamálaráðið, og Bjørn Kalsø má frá, um nakað dism av rættarkenslu skal vera eftir í samfelagnum.
Bjørn hevur, eftir ongari tíð, traðkað tveir dugnaligar embætismenn í flórin, bara tí hann finnur tað fyri gott. Fyrst Hans Jóhannes á Brúgv og síðan Leiv Harryson. Eisini hevur hann sett eina heila setanarnevnd til viks.
Er tað ikki pláss fyri professionellum embætisfólki í føroysku umsitingini?
Hægsta aðalmál hjá landstýri og embætisfólki er at fyrisita eftir galdandi lógum, reglum og siðvenju. Eisini skulu embætisfólk tryggja, at avgerðir verða tiknar á góðum grundarlagi, m.a. við setanarnevndum til týðandi størv.
Bjørn ynskir at taka ógrundaðar avgerðir og skelda seg fram til úrslit. Tíðin er farin frá hesum arbeiðshátti, tí í dag hava vit eitt embætisverk, sum altíð skal tryggja, at støðið verður hildið. Bjørn var ógegnigur at taka avgerð, fyrst og fremst tí hann er óvinur við Hans Jóhannes á Brúgv.
Tá landsstýrismaðurin fer út um mark og tekur ógrundaðar avgerðir ímóti givnum tilmælum, er tað ein skylda hjá aðalstjóranum at rópa varskó og ikki bert ein rættur.
Tað skulu góðar grundgevingar til fyri ikki at fylgja eini innstilling frá eini setanarnevnd, og um landsstýrismaðurin ivast í einhvørjum, eigur hann at lata setanarnevndina taka støðu til ivamálini og spyrja, um hetta broytir innstillingina.
Í Leivi Harryson, aðalstjóra og fyrrverandi landsgrannskoðara, hava vit ein embætismann, sum torir at tala Róm ímóti og seta neyðugu spurningarnar eisini til hægstu myndugleikar.

Torir at seta røttu spurningarnar
Leivur torir at seta røttu og uppklárandi spurningarnar. Bara fyri at taka eitt dømi av mongum, so tordi Leivur at seta spurning við, hví Richard Mikkelsen, fyrrverandi danskur tjóðbankastjóri, hevði sitið við øll fundarborðini, tá føroyingar blivu snýttir til at taka alla ábyrgdina av bankaskrædlinum í 90-árunum. Hesin spurningurin og eitt notat frá Leivi í 1993 vóru startskotið til ta nógv umrøddu bankakanningina, sum endaði við, at føroyingar sluppu undan at rinda umleið 2,5 milliard krónur fyri tann svikaliga bankahandilin.
Sum embætismaður og tænari landsins hevur Leivur eina nógv størri tyngd enn nakað annað embætisfólk, ið eg kann koma í tankar um. Møguliga er tað vektina í orðunum hjá Leivi, sum Bjørn ræðist.

Koma fleiri ógrundaðar avgerðir?
Spurningurin er, um Bjørn bara banar vegin fyri øðrum ógrundaðum avgerðum.
Ætlar Bjørn at flyta Vinnuháskúlan til Klaksvíkar við einum pennastroki?
Skuldu nøkur høvd bara rulla áðrenn, sum liður í fyrireikingunum?
Møguliga ynskir Bjørn ikki ein aðalstjóra, sum er so mikið væl fyri fakliga, at hann dittar sær at seta spurning við ógrundaðar avgerðir.

Hevnd fyri svágin
Tað er ein sannroynd, at Hans Jóhannes á Brúgv segði svág Bjørns Kalsø úr starvi fyri eini tíð síðan. Spurningurin er tí, um grundgevingarnar fyri uppsøgnini av Hans Johannus á Brúgv eru samrøður heima við døgurðaborðið millum Bjørn og svágin.
Hetta má kallast leyst og subjektivt grundarlag, og setir eisini spurning við, um landstýrismaðurin er ógegnigur í avgerðini.
Tá so Leivur krevur objektivt grundarlag, rullar hansara høvd eisini. Setanarnevndin er m.a. til fyri at sleppa landstýrismanninum undan gegnistrupulleikanum, men Bjørn setti sjálvur nevndina og gegnisverjuna til viks.

Misálit á Bjørn uppá sítt pláss
Eftir mínum tykki er grundarlag fyri einum misáliti á Bjørn Kalsø. Um missálit á Bjørn Kalsø verður reist í Tinginum, so mæli eg tinglimum Fólkafloksins til at atkvøða fyri.
Bjørn má frá í stundini, soleiðis at skaðin kann bøtast mótvegis Leivi og Hans Jóhannes.

Onnur embætisfólk eiga eisini at tala at
At løgmaður kann snarast og dreyast, vita vit øll, men at landsins hægsta embætiskvinnan, Marjun Hanusardóttir, ikki torir at taka støðu í hesum málinum, er álvarsamt.
Tað er eisini ørkymlandi at hoyra Marjuna staðfesta í útvarpinum, at um avgerðin at taka starvið frá Leivi er skeiv, so verður bert eitt endurgjald goldið, og so er sakin úti av verðini. Tað er margháttligt, at landsumsitingin heldur vil gjalda seg frá skeivum avgerðum, enn at viðgera málið og taka rættar avgerðir.
Vónandi verða Leivur og Hans Jóhannes settir aftur í størvini, og vónandi lærir Bjørn Kalsø síni skúlating.