Fólk hava sítt at siga um G!festivalin. Planetin gevur her einum møguleikan. Hví ert tú á G!?
Tí eg var her í 2007 og tá var tað so forbii festligt. Tað er mest fyri tjaldøkið. Vit eru 10 mans, sum hugna okkum saman, so tað er super.
Hvat er tað besta við G!?
Tjaldingarøkið. Uttan iva. Tað er tað besta. Og so er tað eisini gott, at sólin skínur.
Hvat er tað ringasta?
Eg veit ikki um tað er nakað ringt. Tað einasta er, um tað fer at regna ella okkurt.
Hevur tú skorað á G!?
Hmm... Ja. Jú. Tann fyrsta dagin. Havi havt onkrar djúpar samrøður við onkrar damur, og so havi eg sungið fyri teimum eisini. Eg eri eisini blivin forelskaður tvær ferðir. Hart at vera á G!
Hvussu nógv hevur tú drukkið?
Eg havi onki eftir. Eg hevði tveir kassar og fýra fløskur, men nú er alt uppi. So mann kann siga, at eg bara gangi og nassi frá øðrum nú.