Leivur fór sum flest allir ungdómar tá í tíðini, til skips og helt hann seg til tað, nú árarnar vóru lagdar inn.
Hann nam sær skiparaprógv sum ungur og fór við tað sama at sigla sum yvirmaður, í nógv ár sum skipari og tey seinastu árini á egnum kjøli.
»Træið er best at mána, tá tað er felt«.
Tá eg skal royna at skriva nøkur orð um farbróður, er tað við blandaðum kenslum, tí eg havi so nógv góð minnir um hann, bæði tá man var barn og ikki minni síðani man bleiv vaksin. »Hann fylti so nógv, har hann kom, ella var«.
Tað var soleiðis tá eg var smádrongur at so skjótt sum eg fekk frí frá skúla, var at sleppa norður um »Boðar« og plagdi eg at skifast at búgva hjá fastir, hjá Bodil og Leivi. Tað eru nógv góð og rík minnir eg havi frá teimum árunum.
Leivur var við Matildu úr Leirvík tað Harrans árið Karin K. var í Grønlandi við bátum og mær er sagt at longu tá, vísti hann hvør dugur var í honum.
Tá stállínuskipini byrjaðu at koma, fór hann at sigla sum stýrimaður við Havørnini og var har í fleiri ár.
Miðskeiðis í 70?unum fór hann at føra skip hjá Frederik í Rituvík, fyrst Mariu og síðani Edith M. Tá prógvaði hann veruliga, hvør fiskimaður hann var.
Nøkur ár seinni ognaði hann sær, saman við synum sínum, snellubátin »Sjóartún« og tað má sigast at væl hevur ligið fyri at fingið. »Dugandi maður finnur sær vápn« sigur orðatakið. Eisini tá dreingirnir hava verið við bátinum, so tað má sigast væl er lagt í.
Tað er soleiðis at pápi mín er elstur av dreingjunum og Leivur yngstur og eg má siga, at bróðurkærleikin teirra millum, hevur verið fyrimyndarligur, serliga hesi seinastu árini hava víst, hvussu góðir teir hava verið hvør við annan.
Tað er einki dulsmál, at teir báðir hava verið útatvendir menn og hava bæði tosað og skrivað og havt sínar meiningar um tað sum rørir seg í landi okkara.
At Leivur ikki var vinarleysur, prógvaði tann stóra mannfjøld, sum var og fylgdi honum.
Vinmaður mín á »Gjaranesi« segði nógv gott um farbróðir og tók í sálm 100 um trúfesti og hjálpsemi, vit eru nógv sum kunnu geva presti rætt í tí, at soleiðis var Leivur. Hann hevur gjørt snørið upp og tikið loddið inn, nú verður sum er hesumegin.
Nú er slætt og tú ert komin inn í havnina, sum ber av øllum, og sum Harrin hevur gjørt øllum til reiðar sum trúgva á hann.
Ein sangur sigur »møtast og skiljast er lívið her« og soleiðis er tað, ein nú og annar tá.
Aftan fyri hvønn góðan mann stendur ein ikki minni góð kvinna, og tað má sigast um Bodil at hon hevur verið Leivi ein góð kona. At kalla alt, sum var at gera uppi á landi, tók hon sær av og syrgdi fyri, at tað bleiv gjørt, tí at húsbóndin var til fiskarí.
Góða Bodil og børnini, tankar okkara eru hjá tykkum, nú Leivur ikki er her meira. Mátti Harrin í ríku náði síni givið tykkum styrki í tíðini fyri framman.
Við hesum orðum vil eg lýsa frið yvir farbróður.
Heini á Marknagili
Klaksvík