Starvsfólkini hjá Húsalánsgrunninum hátíðarhildu hósdagin 11. november, at stjórin, Jóannes Dalsgarð, fylti 65 ár. Eisini eru liðin 40 ár síðan hann byrjaði á stovninum, og 25 ár síðan hann varð settur sum stjóri.
Møtt vóru familja, vinir og kenniningar umframt fyrrverandi og núverandi stýrislimir. Eisini var Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í íbúðarmálum, við til móttøkuna.
Hjá Jóannesi byrjaði starvsleiðin við, at hann kom í starv á skrivstovuni hjá, Hanusi við Høgadalsá, í 1963. Hanus hevði reiðaravirksemi, umframt at hann var bæði løgtingslimur og býráðlimur í Havn. Skrivstovan var í Føroya Banka bygninginum í Niels Finsensgøtu.
Í juni 1964 varð so Húsalánsgrunnurin settur á stovn. Í fyrstu nevnini sótu Heini á Trøðni, J. H. Danbjørg, og Hanus við Høgadalsá, ið varð settur sum dagligur leiðari í grunninum.
Jóannes var fyrstu árini skrivstovufólk og seinni settur sum bókhaldari á Húsalánsgrunninum. Tá ið grunnurin bleiv umskipaður í 1978 varð bygnaðurin broyttir frá at verða ein nevnd við dagligum leiðara, til stýri og stjórn. Landsstýrið setti Jóannes sum stjóra í 1979.
Húsalánsgrunnurin var stovnaður við tí endamáli at skapa betri fíggjarligar treytir hjá fólki at seta búgv, við tað at tað almenna gjøgnum grunnin átók sær partar av bústaðarfíggingini.
Hans Pauli Strøm segði m.a., at tað er ikki hvørjum manni beskorið, at hava virkað heili 40 ár á sama arbeiðsplássi. Okkara tíð er merkt av ótolni og skjótum broytingum, og tí eru tey ikki longur so nógv í tali, sum finna sær eitt lívsstarv, eins og Jóannes hevur gjørt. Hetta er eitt tekin um menniskjaligar eginleikar sum trúfesti og nærlagni, ið eitt samfelag sum okkara, ongantíð kann fáa ov mikið av.
Bæði áðrenn og eisini nú síðan eg gjørdist landsstýrismaður, og m.a. fekk ábyrgd fyri bústaðarøkinum, havi eg lagt til merkis tann eldhuga sum Jóannes altíð sýnir tí stovni og arbeiðsøki, sum hann varðar av. Eg vóni at hetta eisini kemur at gagna arbeiðinum við teimum avbjóðingum, sum nú liggja fyri framman.










