Andreas Poulsen, Bøur
Dr. Jacob Jacobsen hevur skrivað bók, sum eitur “Færøeske folkesagn og eventyr”.
Í innganginum til bókina sigur hann, at hann savnaði tilfarið til bókina úr m.a. Vágum í 1898.
Í søgnini “Heini bóndi á Ryggi og húskallurin”, sum stendur á síðu 182 og 183, skrivar hann niðast á síðu 183 “Hann var seinnameira ørur í høvdinum, og ein dagin funnu menn hann druknaðan á Leitisvatni (í millum Miðvágs og Sørvágs).
Í søgnini “Biskupsheyggjar”, sum stendur á síðu 191 og 192 verður navnið Leitisvatn eisini nýtt. Har stendur “gøtan liggur tøtt fram við Leitisvatni (í millum Miðvágs op Sørvágs). Biskupsheyggur liggur tætt við flúgvarabedingina.
Søgnin “Nikurin í Leitisvatni “ sum stendur á síðu 192 og 193, byrjar soleiðis. “Eitt kvøldið vóru børnini í Sørvági farin oman til Leitisvatn at spæla”.
Í innganginum síðu XIV skrivar Dr. J. Jacobsen, at omanfyri sagnir stava “fra det 17 árh”.
Á síðu 577 er listi yvir heimildarfólkini hjá Dr. J. Jacobsen í Vágum. Tey eru Birgitta Joensen, Sandavåg, Hans Kristoffersen, Midvåg, Jacob Jacobsen, Midvåg, Ole Rasmussen, Sørvåg, Hans Nicolaj Abrahamsen, Sørvåg, Isak Johansen, Sørvåg og Johannes Henriksen, Gåsedal. Dr, J. Jacobsen nevnir eisini hvat Hans Kristoffer Joensen hevur fortalt, og hvat Jacob Jacobsen hevur hjálpt honum við. Hesin J. Jacobsen var lærari í Miðvági, ættaður úr Havn, var seinni lærari á Tvøroyri.
Allar tríggjar omanfyri nevndu sagnir metast at verða skrivaðar eftir heimildarfólki úr Sørvági .
Í søgnini “Heini bóndi á Ryggi og húskallurin” sigur Dr. J. Jacobsen at keldan er úr Sørvági (Blaðsíða 509).
Í viðmerking til staðarnøvn skrivar Mikkjal á Ryggi. Í Gàsadali 22 juli 1922. ” Ì Miðvági og Sørvági verður mest sagt vatnið. Tó siga einstakir gamlir menn Leitisvatn. Í Bø og Gásadali nevnist tað Leitisvatn bæði av gomlum og ungum. Hetta navnið nýtir eisini Dr. J. Jacobsen, (hygg F og Æ). Navnið Sørvágsvatn havi eg ikki hoyrt fyrr enn nú, ið føroyakortið er almanna kent”. Mikkjal á Ryggi var ikki heimildarmaður hjá Dr. J. Jacobsen. Hann var ein unglingi í 1898 um 17-18 ár, og ikki høgt í metum sum seinni.
J. Símun Hansen sigur í bókini Tey byggja land. “Ì Norðuroyggjum hevur bygdin verið kallað stutt og greitt Toftir eins og Oyri. Tá ið hesar bygdirnar hava fingið eitt Norð sett frammanfyri seg, so er tað komið frá umsitingini í Havn, men ongantíð blivið livandi fólkamál”. Og soleiðis hevur tað verði við vatninum.
Niðurstøða: Á fólkamunni hevur vatnið verði kalla Leitisvatn síðan í 1600 talinum, um somu tíð, tá umsitingin í Havn skrivar, “Vandet mellem Midvåg og Sørvåg, “Det store Vand mellem”
Søgnirnar vóru bornar fram gjøgnum tíðirnar á fólkamunni óávirkaðar av tí danska málinum.