Leitingin verður víðkað

At so nógv hava givið seg til kennar ber við sær, at tað ber til at víðka um ætlaðu leitingina leygardagin, sigur Jón Nolsøe Olsen

Jón Nolsøe Olsen í Fuglafirði skrivaði fyrr í kvøld á facebook, at fuglfirðingar og klaksvíkingar fyrrapartin leygardagin fara at leita eftir 20 ára gamla Rana í Billustovu, sum hevur verið saknaður síðani 28. desember. Jón heitti á øll tey, sum hava møguleika at vera við allan leygardagin ella ein part av degnum, um at hjálpa til. Áheitanin er ikki farin ósvarað aftur við borðinum.

 

Jón Nolsøe greiðir soleiðis frá hálvanannan tíma eftir, at hann skrivaði, at ætlanin er at fara at leita leygardagin:

 

- Tað er hugaligt at staðfesta, at vit standa saman í einari sovornari støðu. Ein rúgva av fólki hevur umvegis facebook givið til kennar, at tey fegin vilja vera við í leitingini. Tað ber møguleika fyri meiri víðfevndari leiting við sær, enn vit høvdu ímyndað okkum fyrr í kvøld. Hvussu tað  verður skipað, verður nærri at frætta um í morgin. Men vit hugsa um, at tað eisini verður skipað leiting í fjøruni á einum rættiliga stórum øki á landi, sigur Jón Nolsøe Olsen.