Leitingin tikin upp aftur

Eftir at veðrið um vikuskiftið hevur verið heldur svikaligt, varð leitingin eftir Pidda Hansen tikin upp aftur í morgun. Tað er Sunleiv Højgaard, leiðari fyri Sløkkiliðið á Skálafjørðinum, sum leiðir arbeiðið

Enn verður leitað við fullari megi eftir líkinum av Pidda Hansen. Berglei Brimvík, leiðari av kriminaldeildini hjá politinum, sigur, at vánaliga veðrið um vikuskiftið hevur darvað leitingini.
- Tó so. Tað hevur verið leitað um vikuskiftið, men í morgun er so leitingin tikin upp aftur við fullari styrki, sigur Bergleif Brimvík.
Ætlanin var at kavarar skuldu leita í Toftavatni, men av tí at vatnið var so grumsut, lat hetta seg ikki gera fríggjadagin.
- So tað er nakað, sum stendur á skránni í dag, sigur Bergleif Brimvík.
Hann sigur, at talan eisini hevur verið at leita í Eiðisvatni, og tað er so eitt annað, sum stendur á skránni hjá leitiliðunum.
- Tað hava verið ógvuliga nógv sjálvboðin, sum hava hjálpt Sløkkiliðnum á Skálafjørðinum við leitingini eftir Pidda Hansen, og tað eru vit ógvuliga fegnir um. Eg vil takka teimum mongu, sum sjálvboðin hava brúkt tíð og orku at hjálpa til við at leita eftir Pidda Hansen, sigur Bergleif Brimvík.

Upptiknir við øðrum
Eftir arbeiðstíð fríggjadagin fekk kriminalpolitiið eitt annað mál at taka sær av. Stutt fyri klokkan 18 fekk løgreglan boð um, at ein maður lá lívleysur á Tinghúsvøllinum við standmyndina av Rasmus Effersøe.
Kanningar hjá løgregluni vístu beinanvegin, at maðurin hevði ein knív standandi í bringuni.
Boð vórðu send til Danmarkar, sum sendi kriminalteknikarar til Føroya at kanna líkið. Hesar kaningar vístu, at tað einki illgrunavert lá aftan fyri, og at 49 ára gamli maðurin – sum er føroyingur – hevði tikið lívið av sær.
Sambært upplýsingum frá politinum hevði maðurin hótt við at taka lívið av sær, eisini beint framman undan aat hann fór heiman ífrá fríggjadagin.
Hendan hendingin hevur kravt nógva orku hjá kriminalløgregluni, og tí hava avhoyringar í drápsmálinum í Saltangará verið skúgvaðar undan um vikuskiftið.
- Men vit hava fleiri avhoyringar at gera enn, og tær verða upp aftur tiknar nú, sigur Bergleif Brimvík, kriminalovasti.

Kann ikki úttala seg
Nú eru góðir tveir dagar, til varðhaldsfongslaði maðurin aftur skal stillast fyri ein dómara. Og Bergleif Brimvík hevur áður sagt, at hann onga løtu ivast í, at kriminalpolitiið hevur nóg mikið av tungtvigandi prógvum at fáa mannin framhaldandi varðhaldsfongslaðan.
Spurdur, um politiið leypandi avhoyrir varðhaldsfongslaða mannin sigur Bergleif Brimvík, at tað fær hann ikki sagt nakað um. Hann fær heldur ikki sagt nakað um, hvat skuldsetti maðurin møguliga hevur upplýst undir avhoyring.
- Men tað sigur seg sjálvt, at hevði hann givið nakrar ábendingar um, hvar hann hevur beint Pidda Hansen burtur, høvdu vit sjálvandi havt leita har, sigur Bergleif Brimvík.

Vilja vita meira um bilin
Kriminalpolitiið er púra sannført um, at ein silvurgráur Skoda Fabia Hatchback árgang 2004 er brúktur til at beina líkið av Pidda Hansen burtur við.
- Vit hava fingið fleiri upplýsingar frá fólki um bilin, men vit vilja framvegis fegin frætta meira frá fólki, sum halda seg hava sæð bilin í tíðarskeiðinum 3. november og nakrar dagar fram, sigur Bergleif Brimvík.
Hann sigur, at hvussu lítið og einkisigandi tað kann tykjast, vil politiið kortini fegið frætta frá fólki.
- Vit eru ógvuliga takksamir fyri tær upplýsingar, sum fólk eru komin við, men vit vilja líka fegin frætta meira frá fólki, sum halda seg hava sæð bilin í nevnda tíðarskeiði, sigur Bergleif Brimvík.
Sum nevnt eru bæði avhoyringar og leiting tikin upp aftur í morgun.