Leitingin í Lofoten verður avblást

- Tá vit einki hava hoyrt aftur, eftir at mayday-boðini komu, eru vit nú í iva um, hvørt talan kann hava verið um følsk boð.

 

 

Í kvøld fekk Kystradio Nord eini mayday-boð, sum hildin vórðu at vera frá einum skip ella báti í sonevnda Ballstad-økinum í Lofoten. Boðini komu á kanal 16 á VHF'inum, og her varð sagt: "Vi synker, vi går ned, mayday, mayday... "

Ein bjargingartyrla varð send at leita, og við sær hevði hon hitasøkjandi tóli. Ein bjargingarbátur hevur eisini leitað í økinum. Á Høvuðsbjargingarstøðini í Norðurnoregi vistu tey einki um, hvat skip ella bátur talan kundi vera um.

Nakað eftir neyðarkallið skrivaði Lofotposten, at eingi sjónlig før eru at síggja á Marine Traffic í økinum uttan ein bjargingarbátur og eitt størri fiskiskip, og nú er bjargingartænastan í iva um, hvørt talan kann hava verið um følsk boð.

- Soleiðis, sum gongdin hevur verið, og vit einki hava hoyrt, eftir at mayday-boðini komu, eru vit í iva um, hvørt talan kann hava verið um følsk boð. Vit leita eina løtu aftrat í økinum, og verður einki funnið, verður leitingin avblást, siga tey á Høvuðsbjargingarstøðini í Bodø.

Lofotposten spyr eisini vaktleiðaran á støðini, Frode Iversen, um tey fara at melda hendingina til løgregluna, men her vísir hann á, at tað er ógvuliga sjáldan, at tey taka slík stig.

- Vit ynskja, at gáttin at biðja um hjálp skal vera so lág sum gjørligt. Tey, sum tørva hjálp, skulu ikki stúra fyri fíggjarligum avleiðingum, ei heldur skulu tey stúra fyri at verða sektað, leggur hann aftrat.

##med2##