Leitingin í India heldur fram eftir melduródn

Tey halda fram at leita eftir teimum 93 fólkunum, sum enn ikki eru afturíafturkomin eftir meldurodnina út fyri India, sum hevði við sær átta metrar høga aldu uttan fyri strondina í Mumbai.

Minst 33 fólk eru deyð, og 93 er saknað, skrivar tíðindastovan AFP.

 

Ringa veðrið elvir til stórar trupulleikar hjá India, sum er hart rakt av koronufarsóttini.

 

Í gjár doyðu metnógv fólk av farsóttini.

 

Ógvusliga melduródnin, sum eitur Tauktae, fór mánadagin áland í landslutinum Gujarat við sera nógvum vindu og regni, skrivar Ritzau.