Leitingin eftir horvna manninum er steðgað

Løgreglan sigur nú, at leitingin er fyribils steðgað

- Tann skipaða leitingin eftir horvna ferðamanninum í Fugloynni er fyribils steðgað.Leitað hevur verið á oynni við staðkendum og løgreglufólki við hundum. Tað skrivar løgreglan í dag. 

 

Harumframt hava tyrlan og Brimil leitað kring oynna. Einki samband hevur verið við ferðamannin, síðan hann fór úr tyrluni í Hattarvík um middagsleitið fríggjadagin 11. januar 2019. 

 

Løgreglan heitir á fólk, sum hava sæð ella hoyrt nakað til ferðamannin, um at venda sær til politistøðina í Havn á tlf.  114 ella 351448.