Leitingarskip komið á vanlukkustaðið

Eitt skip hjá brasilska herflotanum kom í morgun á staðið, har vrakpetti av tí franska flogfarinum eru funnin Brasilski herflotin sigur, at skipið kom í morgun á leitingarleiðina, sum er góðar 500 fjórðingar úr brasilsku strondini. Sagt verður eisini, at eitt annað skip hjá herflotanum er á veg hagar.

Tey bæði skipini fara at leita eftir vrakpettum, sum flogfør hava sæð teir seinastu dagarnar.

Franski herflotin hevur sent eitt skip við tveimum smáum kavbátum til leitingarleiðina. Hetta eru fjarstýrdir, ómannaðir kavbátar, sum skulu leita eftir tí svarta kassanum úr Air France-flogfarinum.

Formaðurin í fronsku vanlukkunevndini, Paul Louis Arslanian, segði í gjár, at hann hevur ikki serliga góðar vónir um at finna svarta kassan, tí tað er ringur botnur og sera djúpt á leiðini, har flogfarið eftir øllum at døma er farið í havið.