Leiting tryggjað í seks ár

Oddagrein:

Í vikuni lat landsstýrismaðurin í vinnu/oljumálum trý nýggj leitiloyvi á landgrunninum. Við hesum loyvum er leitingin tryggjað í seks ár aftrat vísti landsstýrismaðurin á í samrøðu við Rás2/Sosialin. Hann vónaði, at leitingin fer at føra til, at kolvetni í rakstrarverdugum mongdum verða funnin í framtíðini.

 

Vit kunnu fegnast um, at tað framvegis eru mong stór og minni oljufeløg, sum raðfesta føroyska landgrunnin í sínum leitiskráum. Hóast talið av feløgunum er minkað síðani fyrstu útbjóðingina fyri átta árum síðani, so eru tó mong positiv tekin. Olju- og gassfeløg sum ENI, StatoilHydro, Chevron, OMV og DONG eru tungvektarar hvør á sínum øki. Øll eru tey virkin vestan fyri Hetland eisini, og nettup henda sannroynd, at feløg hava valt sær alt Atlantsmótið sum fokusøki, er nakað, ið føroyskir kolvetnismyndugleikar eiga at fegnast um. Leiting øðrumegin markið smittar av uppá leitingina hinumegin markið.

 

Tí er rætt av okkara myndugleikum at fylgja sera væl við tilgongdini vestan fyri Hetland. Tær verkætlanir, sum verða settar út í kortið har, kunnu uppá sikt ávirka virksemið á føroyska landgrunninum rætta vegin. Franska olju- og gassfelagið Total er í ferð við at leggja til rættis eina útbyggingarætlan fyri fyrstu veruligu gassframleiðsluna á Atlantsmótinum. Danska Dong, sum serstakliga er eitt gassfelag, er við í hesum ætlanum og er annars tað felagið, sum hevur flest loyvi vestan fyri Hetland. Áhugin fyri Føroyum er eisini nær tengdur at júst møguligum gassgoymslum her. Væntandi verða stórar avgerðir tiknar í komandi tíð um fleiri útbyggingarætlanir vestan fyri Hetland. Fyribils er talan um gassútbygging á Laggankelduni hjá Total og útbygging av tveimum oljukeldum, Cambo hjá Amerada Hess og Rosebank hjá Chevron. Verða allar hesar ætlanir til veruleika, so verður infrastruktururin nógv útbygdur og harvið verða brýr bygdar til møguligar olju- og gasskeldur á føroyska landgrunninum.

 

Hetta er tað áhugverda senariu, sum stendur fyri framman. Og hetta eigur eisini at gera tað meira hugaligt fyri ENI at bora í 2009 og hjá StatoilHydro og Chevron at bora í 2010 – leitibrunnar inni á føroyska landgrunninum. Føroyskir oljumyndugleikar eiga at fylgja eyka væl við gongdini vestan fyri Hetland komandi tíðina, nú hon kann gerast ein týðandi brikkur í tí føroyska kolvetnispuslispælinum eisini.

 

Alt hetta kundi bent á, at tað ganga kanska ikki so nógv ár, áðrenn oljuprátið her heima verður meira ítøkiligt. Tað átti eisini at fingið avvarðandi myndugleikar at sett hol á kjakið ella viðgerðina av teimum avleiðingum, positivum og negativum, sum kunnu fara at standast av eini øktari oljutilgongd. CHE samgongan valdi at gera hetta til part av sínum samgonguskjali. ABC vil heldur taka tað, sum tað kemur. Okkara ráð til fólkini í Tinganesi er longu nú at gera hetta mál til ein ítøkiligan part av arbeiðinum hjá t.d. Vinnumálaráðnum/Jarðfeingi um okkara oljuframtíð.