Leitiloyvi latin mánadagin

Nýtt kapittul í føroyskari oljusøgu

Mánadagin 17. januar kl 14.00 fer landsstýrismaðurin í vinnumálum at handa leiti- og framleiðsluloyvi í øðrum loyvisumfari. Loyvishandanin fer fram á Hotel Føroyum, har umboð fyri oljufeløgini og myndugleikarnar verða til staðar. Hetta kann gerast eitt nýtt og eitt avgerandi kapitull í føroyskari vinnusøgu. Týsdagin verður stór ráðstevna í Norðurlandahúsinum, har m.a. oljuleitingin er á skránni