Leitar eftir pengum til tunnil í Sandoynni

Men tað er óvist, hvussu tað fer at eydnast

Enn er óvist, nær arbeiðið at gera tunnil til Dals, verður tikið upp aftur. Tað ásannar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Arbeiðið varð lagt stilt fyri jól og er ikki tikið upp aftur enn. Tað er Landsverk, sum ger tunnilin, men játtanin er bara níggju milliónir krónur í ár og tað røkkur bara til einar fýra – fimm mánaðir. Tí verður arbeiðið ikki tikið upp aftur fyrr enn í heyst, tí so ber til at arbeiða út í eitt nakað út á næsta ár.

 

Skal Landsverk kunna arbeiða út í eitt, krevst ein játtan upp á 20 milliónir um árið. Nú hevur Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, spurt landsstýrismannin, hvussu gongur við arbeiðnum og nær tað er væntandi, at tað verður tikið upp aftur.

 

Jørgen Niclasen sigur, at í fjør eydnaðist at fáa fígging til at arbeiða alt árið og higartil eru 680 metrar boraðir. Annars er tunnilin 2,2 kilometrar langur og átta metrar breiður. Hann sigur, at hann leitar eftir pengum fyri at seta arbeiði í gongd aftur sum skjótast. Men hann dugir ikki at siga um tað fer at eydnast.

 

Landsverk hevur sagt, at verða 20 milliónir játtaðir um árið, verður tunnilin liðugur um fýra ár. Er játtanin lægri, verður arbeiðstíðin tilsvarandi longri, so við hesi ferðini verður tað rúm tíð, áðrenn tunnilin kann takast í brúk.