Leitar eftir nakinmodellum

Hans Fróði Hansen leitar í hesum døgum eftir kvinnum, sum hava hug at verða við í lýsingarherferðum fyri rakikremið Below Your Belt.

Hetta rakikrem er gjørt til at raka sær við í neðra, og lýsingarnar, sum nú skulu gerast, skulu verða við naknum konufólki.

- Við at verða nakinmodell fyri BYB verður tú eitt ikon í heimunum, verður sagt í eini lýsing eftir nakinmodelum til eitt luksus merki.

Sagt verður, at nakinmyndinar varierað frá tí delikata til tað meira víðgongda, men myndatøkurnar verða treytaðar av, hvat modellin kennir seg trygga við.