Leitar eftir føroyingum til norskt sjónvarp

Norski sjónvarpsmaðurin, Tore Strømøy, sum ger sendingarnar »Tore på sporet« í norska sjónvarpinum NRK, leitar eftir einum føroyskum tvíburapari.

Norski sjónvarpsmaðurin, Tore Strømøy, sum ger sendingarnar »Tore på sporet« í norska sjónvarpinum NRK, leitar eftir einum føroyskum tvíburapari.

 

– Eg arbeiði nú við eini søk um Føroyar, sum eg vóni, at tit kunnu hjálpa mær við, sigur Tore Strømøy í telduposti.

 

Tað snýr seg um eitt tvíburapar, tveir menn, sum eru føddir í Føroyum í 1944-45.

 

– Pápin æt James Norman Beaton. Hann var ungur drongur frá Isle of Skye í Skotlandi. Hann var sjómaður og hevur verið um 16 ára aldur, tá hann gjørdist pápi til hesar tvíburarnar, skrivar Tore Strømøy.

 

– Men sá teir ongantíð. hann hevur fortalt loyndarmálið fyri einum í familjuni einaferð, men tosaði annars ongantíð um tað, sigur Tore Strømøy.

 

Jamas Norman Beaton doyði í 1979. Tað er norska dóttir hansara, sum leitar eftir brøðrum sínum í Føroyum. Hon frætti av tilvild um søguna um tvíburarnar á eini vitjan í heimlandinum hjá pápanum, Skotlandi. Tað sigst eisini, at tvíburarnir hava verið fiskimenn. Óvist er, um teir vórðu ættleiddir av manninum hjá mammuni, men tað kann vera, heldur hon.

 

– Um tit kundu fregnast um hetta fyri meg – og frætta um hesar tvíburarnar um 70 ára aldur, so hevði tað verið óført, sigur Tore Strømøy.

 

Um tit vita um hetta, eru vit vælkomin at senda okkum teldupost til in@in.fo