Beint eftir klokkan fýra í nátt fekk løgreglan boð um, at ein maður, sum var ”sjúkur og hjálparleysur”, sum løgreglan orðar seg, var farin heimanífrá. Hann var illa ílatin og tí hildu tey, at tað var best at fáa løgregluna at leita eftir honum.
Løgreglan fór at leita við hundi og slakar tveir tímar fann ein varðferð hjá løgregluni, mannin.
Hann var væl fyri, men varð sendur á Landssjúkrahúsið til kanningar, áðrenn hann fór heim aftur.