Leitað varð alla hugsandi staðni

Á fyrsta degi at trimum vikum avsettum til rættarmálið móti 33 ára gamla kroatanum, sum er ákærdur fyri at hava dripið Dánial Petur Hansen kom fram, at politiið tók øll tips í álvara.

33 ára gamli maðurin, sum er føddur og uppvaksin í Split í Kroatia, er sjálvur komin við fleiri ábendingum um, hvar Piddi kann vera. Til dømis kom tipsið um blóðsporini í Norðoyatunlinum frá ákærda sjálvum.

Politiið hevur eftirkannað øll tips, sum eru komin, og eg kann eisini siga, at politiið hevur havt eygu við øllum jarðarferðum, sum fóru fram um hetta mundi, upplýsti ákærin, Linda Hesselberg á rættarfundinum í gjár.

Í summar vórðu fólk varug við, at politiið leitaði eystarliga í Neshaganum, og skjótt frættist, at talan var um leiting við servandum hundum, ið kundu snodda seg fram til niðurgravaðir lutir og fólk. Eisini hetta tippið kom frá ákærda sjálvum.

Varpað var upp á veggin fleiri tekningar, sum ákærdi hevði teknað, ið skuldu vísa, hvar Piddi varð grivin. Fleiri av tekningunum vísti til ávíst hús í Neshaganum, ið ákærdi nýtti sum reference punkt.

Víst var millum annað til eina grótrúgvu, og tá hon var tikin burtur, máttu bíðast við hundunum í 14 dagar, so teir ikki skuldu fáa ferilin av teimum monnum, ið høvdu tikið grótrúgvuna burtur.

Burtursæð frá óteljandi blóðsporunum í heiminum hjá Pidda á Gerðisvegi, og blóðdálkaðu seingjarklæðunum, sum vóru funnin heima hjá ákærda, er bert ferilin av Pidda funnin í Norðoyatunlinum.

Í rættarsalinum hongur eitt kort sum vísir, hvussu víða leitað hevur verið, og sjálvt tipp frá clairvoyantum (fólk, sum síggja fyri seg) hava í allarflestu førum verið kannað.

Rættarfundur byrjar aftur í morgun klokkan 09.15, tá farið verður undir at avhoyra ákærda. Hann er eisinii ákærdur fyri svik við visakortum í seks førum, so óvist er, hvussu langt verður komið við avhoyringini, og um hon verður liðug í dag.