Leita á Vágsfirði

Leitingin eftir Rólanti Nónfjall, ið hvarv sunnudagin, heldur fram á fimta degi.


Jaspur Vang, sýslumaður í Suðuroynni, upplýsir fyri in.fo, at tað framhaldandi verður leita eftir Rólanti við froskmonnum, men at tað ikki verður leitað meira vatninum á Eiðinum.


- Vit eru lidnir á vatninum. Í gjár vóru froskmenn har og kannaðu allan botnin, men funnu ikki nakað. Í dag verður so hildið fram at leita í Vágsfirði, og er tað Brimil, ið samskipar tann partin av leitingini.


Rólant Nónfjall varð seinast sæddur vesturi á Eiðinum sunnudagin. Tá var hann til gongu eftir Eiðisvegnum í ein vestan.