Á midnátt í gjárkvøldið fekk løgreglan nakrar fráboðanir frá fólki á Skálafjørðinum, sum høvdu sæð eina neyðrakett. Tey mettu, at rakettin var á Lambavík. Løgreglan sigur, at Tjaldrið fór á at leita og tey leitaðu í fýra tímar, men til fánýtis, tí einki var at finna.
Løgreglan sigur, at ein trolari sum var har á leiðini, skuldi eisini hava eyguni við sær, men tað var einki at síggja og síðani góvust tey aftur. Tey, sum fylgja við, hvar skip eru stødd, boðaðu eisini frá, at einki skip skuldu verið har á leiðini.
Tey hava annars ikki nakra meting av, hvat hetta var fyri nakað, ella hvør kann hava skotið neyðrakettina.











