Leitaðu aftur í gjár

Íslendska bjargingartænastan leitaði aftur í gjár eftir flogfarinum, sum hvarv seinasta hósdag. Einki varð funnið Ein tyrla hjá íslendsku bjargingartænastuni var í gjár á leiðini, har amerikanska flogfarið hvarv, men teir funnu einki.

Teir fyrstu dagarnar varð leitingin nógv darvað av nógvum vindi og stórari aldu, men í gjár var veðrið gott á leitingarleiðini.

Amerikanski flogskiparin var einsamallur í flogfarinum, sum var av slagnum Piper Cherokee. Flogfarið var á veg úr Reykjavík til Wick í Skotlandi, tá íslendska flogeftirlitið misti tað av radaranum.