Leita í tómum bygningum og íbúðum eftir líki

- Vit fara ikki leypandi at kunna um, nær og hvar vit leita, sigur Tommy Brøske í einum telduposti til VG.

 

Sambært VG í kvøld hevur norska løgreglan leitað víða um eftir líkinum av 69 ára gomlu, Anne-Elisabeth Hagen. Leitað hevur verið á gørðum, tómum bygningum og í íbúðum, og sambært keldum hjá heimasíðuni byggir leitingin á ymiskt ítøkiligt, sum løgreglan hevur, eins og hon byggir á drúgva kanningararbeiði, sum løgreglan higartil hevur gjørt.

Sagt verður, at umfatandi leiting eisini hevur verið í grannalagnum í Lørenskog, har Hagen-familjan búði og har maðurin, miljarderurin, Tom Hagen, flutti inn aftur at búgva fyri meira enn einum ári síðan.

- Løgreglan hevur verið ógvuliga tigandi um leitingina eftir møguligum líki av Anne-Elisabeth Hagen, skrivar VG, sum eisini veit at siga, at løgreglan eisini hevur leitað víða um - enntá í Svøríki, har leitað hevur verið eitt nú í Lillestrøm og Nittedal.

Lagt verður aftrat, at løgreglan eisini hevur fingið fleiri tipp, sum venda sær móti útlandinum, og her hevur løgreglan í hvørjum einstøkum føri mett um tær upplýsingar, tey hava fingið. Sambært VG hava vitni eisini fortalt um eygleiðingar knýttar at ymiskum adressum.

Á nýggjárinum upplýsti kanningarleiðarin í gátuføra málinum, Tommy Brøske, at løgreglan fór at seta í verk eina "spisset og intensivert" leiting eftir Anne-Elisabeth Hagen, og í hesum sambandi segði løgreglan eisini, at sannlíkindi eru ikki fyri, at konan er á lívi.

VG heldur ikki, at løgreglan enn er farin í holt við hesa stóru og ætlaðu leiting, sum talan hevur verið um, og kanningarleiðarin hevur víst á, at ein slík leiting er partur av einari størri ætlan teir næstu mánaðirnar.

- Vit fara ikki leypandi at kunna um, nær og hvar vit leita, sigur Tommy Brøske í einum telduposti til VG.

Norska heimasíðan heldur, at løgreglan í ávísan mun styðjar seg til gransking, sum sviar hava gjørt um líkdumping. Henda gransking vísir, at lík ofta verða burturbeind í einari frástøðu á 10 kilometrar frá staðnum, har hendingin fór fram - ella frá heiminum hjá tí, sum fremur brotsgerðina.

Tá talan er um vøtn ella nærliggjandi skóg, verða lík ofta beind burtur í einari frástøðu, sum liggur innan fyri ein kilometur. Granskingin vísir eisini, at lík ofta verða stoytt nakrar tíggjutals metrar frá gøtu og ferðsluríkum vegastrekkjum.

Soleiðis, sum VG hevur skilt, er væntandi, at ein uppaftur meira umfatandi leiting verður fyriskipað í umhvørvinum við Sloraveien í Lørenskog, har heimið hjá Hagen-familjuni er - og kring einari 10 kilometrar í tvørmát haðani.