Leita okkum íblástur úr Føroyum

Grønlendski landsstýriforsmaðurin Kim Kielsen vitjar í hesum døgum í Føroyum.

 

Um hugt verður at ferðaskránni, er eingin ivi um, at Kim Kielsen er komin til Føroya at leita sær íblástur, tí at føroyska og grønlendska samfelagið eru lík og umstøðurnar og avbjóðingarnar nógvar av teimum somu.

 

- Vit eru báðar fiskivinnutjóðir og liva av tí tilfeingi, sum vit fáa úr havinum. Tí hevur tað sjálvandi stóran áhuga hjá mær at vitja Hiddenfjord, Kósina og Pelagic, sigur Kim Kielsen.

 

Í gjár vitjaði Kim Kielsen alivirksemi hjá Hiddenfjørd á Sørvágsfirði, men hann hevur kortini smáar vónir til eitt grønlendskt aliævintýr líknandi tí føroyska.

- Tað er eyðsæð, at alingin hevur havt stóra positiva ávirkan á føroyska samfelagið og føroyska søgan vísir kanska serliga, hvussu ein kann menna eina nisjuvøru, sum veruliga ger um seg á heimsmarknaðinum, sigur Kim Kielsen.

 

Hann greiðir frá, at tað í áttatiárunum vóru menn, ið royndu seg við aling í Grønlandi, men úrslitini vóru so sum so.

- Grønlendski sjógvurin er tíverri ov kaldur at fáa sum mest burtur úr. Atli Gregersen greiddi okkum frá, at tað var best, um sjógvurin var um 12 stig, men í Grønlandi er hann einans eini trý, fýra stig, sigur Kim Kielsen.

 

Kim Kielsen fer eisini at vitja vindmyllulundina hjá SEV í húsahaga.

- Eins og mong onnur lond, eisini her í Føroyum, hava vit sett okkum sum mál at hava ein størri part av grønari orku, sigur Kim Kielsen. Hann vísir á, at longu nú er 70 prosent av grønlendsku orkuni vatnorka.

- Okkara stóri trupulleiki eru tey seinastu 30 prosentini, serliga tí, at tað er til sera fjartliggjandi støð og bygdir. Tí er tað sera áhugavert hjá okkum at síggja slíkar vindmyllulundir sum hesa í Føroyum, greiðir Kim Kielsen frá.

 

Sambært Hagtalsgrunninum búðu í 2015 152 fólk í Føroyum, ið vóru fødd í Grønlandi. Eyðsæð eru bæði føroyingar og danir millum teirra, men nógvir grønlendingar búgva í Føroyum. Tí leggur Kim Kielsen eisini leiðina fram við Grønlendingahúsinum, meðan hann er her í Føroyum.

- Sjálvandi vilja vit nýta hetta høvi at heilsa upp á okkara landsmenn, nú tá vit eru her, eins og Føroya løgmaðu ger, tá hann er á vitjan aðrastaðni.

 

- Fyrst og fremst fegnast vit tó um, at støv nú skal blásast av samstarvavtaluni við Føroyar og vit vóna, at tað fer at vera báðum londunum at gagni, sigur Kim Kielsen, landsstýrisformaður.