Hóskvøldið leitaðu 30 fólk eftir Minnu Dahl Michelsen úr Havn, sum er horvin í Nykøbing Falster. 48 ára gamla kvinnan, sum er sálarsjúk, hevur verið horvin síðani farna vikuskiftið.
Í dag eru tey aftur farin at leita, men sambært Folketidende stúra tey nú fyri, at tey kanska ikki finna Minnu á lívi. Minna var seinast sædd fyri viku síðani, tá ið onkur sá hana á vertshúsinum Fortuna í Nykøbing. Men eftir tað veit eingin nakað at siga um hana.
- Eg havi kent Minnu í 12 ár og havi áður verið pedagogur hjá henni. Eg stúri rættiliga fyri, at vit finna hana ikki á lívi. Tað líkist henni als ikki, at hon ikki er heima í síni íbúð, og tað líkist henni heldur ikki, at hon ikki hevur tikið sín heiligvág, sum hon eigur, sigur Pia Holmgaard Christoffersen við Folketindende. Pia hevur stílað fyri leitingini eftir Minnu í gjárkvøldið og í dag.
Tað var mikudagin, at løgreglan í Nykøbing eftirlýsti føroysku kvinnuna.