Jaspur Vang, sýslumaður í Suðuroy, sigur við in.fo at teir eru givnir við leitiarbeiðinum fyri í dag.
Í dag var ætlanin at leita á Vágsfirði, men Jaspur Vang sigur, at góðu veðurlíkindini gjørdu, at farið varð vestur um aftur.
- Í dag hava kavarar leita vestan fyri á Eiðinum, men hava einki funnið, og teir eru so givnir fyri í dag, sigur Jaspur Vang.
Hann sigur, at sjálvboðin fara enn regluliga oman í fjørðuna og leita, har man metir at okkurt kundi verið at finna, eins og at fólk standa á varðhaldi og hyggja út á hav.
Leitiarbeiðið verður tikið upp aftur í morgin, og tá verða tað veðurlíkindini, sum avgera, hvar leitað verður. Tað verður tó á sjónum.
- Vit halda, at vit hava troytt teir møguleikar, sum eru á landi, bæði innandura og uttandura, so nú verður leitað í sjónum, sigur Jaspur Vang.