Síðani avgjøldini á rúsdrekka fullu í Danmark herfyri, hava teir donsku tollararnir funnið meiri rúsevni enn frammanundan.
Tollararnir siga, at teir fingu minni at gera, tá rúsdrekkaprísurin fall í Danmark, tí nú var tað ikki so lønandi longur at fara til Týsklands at keypa rúsdrekka. Tað gjørdi, at teir fingu betri stundir til at leita eftir øðrum, sum fólk høvdu við sær um markið, og tað hevur givið úrslit. Í fjør funnu tollararnir 121 kilo av rúsevnum, og tað var fýra ferðir meiri enn í 2002. Tá er hasjið ikki við, men eisini her gjørdu donsku tollararnir kvetti í fjør. Teir funnu ikki minni enn trý tons av hasji, og tað var næstan tjúgu ferðir meiri enn í 2002.
Men tað góða úrslitið sigur eisini tollverkinum, at nógv verður smuglað um markið til Danmarkar, og tí er avgjørt at leggja uppaftur størri dent á at avdúka tey, sum smugla rúsevni um markið.










