Leita ikki eftir kvinnuni í dag

Vónirnar at finna kvinnuna á lívi eru lítlar

Bjargingartænastan hjá MRCC hevur ongar vónir um at finna útlendsku kvinnua, sum hvarv í Vágum fyrradagin, á lívi. Tað sigur vakthavandi á MRCC-støðini við Portalin í morgun. 

 

Stór leiting varð sett í verk fríggjadagin, tá politiið vekk fráboðan um, at ein kvinna var horvin við Trælanípuna í Vágum. Hóast ring veðurlíkindi varð gjár leitingin tikin upp aftur á sjónum, men tað eydnaðist heldur ikki at finna kvinnuna.

 

Leitingin verður ikki uppafturtikin í dag vegna veður, upplýsir MRCC fyri Portalinum, og tað er heldur ikki vist, nær og um leitingin yvirhøvur verður tikin upp aftur.

 

Stóri spurningurin er nú, hvat er hent við kvinnuni. Politiið segði viðin.fo í gjár, at tað verður arbeitt við fýra møguleikum - antin hevur kvinnan gjørt av við seg sjálva, ella er talan um eitt óhapp, so hon er dottin oman. Hon kann eisini vera deyð av natúrligum orsøkum - og fjórði møguleiki er, at hon kann vera dripin. Politiið útilokar ongan møguleika.