Leita framvegis í Norðjsjónum

Skip, bátar og tyrlur leita framvegis eftir sjey monnum, sum ikki eru komnir afturíaftur, eftir at farmaskipið Baltic Ace sakk har suðuri í Norðsjónum í gjárkvøldið eftir samanstoyt við eitt bingjuskip.

24 mans vóru umborð á Baltic Ace, og tað eydnaðist 13 teirra at sleppa í bjargingarbátarnar. Seinni vórðu fýra av manningini funnir deyðir, og nú verður leitað eftir hinum sjey. Men vónirnar um at finna nakran teirra á lívi eru smáar. Sagt verður, at sjógvurin er rættiliga kaldur, og sum skilst var eingin av teimum sjey í lívbúna.

Niðurlendska bjargingartænastan sigur, at tað 148 metrar langa Baltic Ace sakk eftir bara 15 minuttum einar 35 fjórðingar úr niðurlendsku strondini. Skipið hevði fulla last av bilum.