Talið av deyðum á norsku oynni Utøya er nú komið upp á 85, men norsku myndugleikarnir rokna við, at talið verður enn størri.
Leitað verður framvegis eftir saknaðum á oynni, og leitað verður á sjónum, tí fleiri royndu at svimja burtur frá oynni og drápsmanninum.
Samstundis útihýsir løgreglan ikki, at tala kann verða um enn ein drápsmann á oynni, tí boðað var frá so mongum skotum, at vitnir hildu tað verða meir enn tann eina skjúttan.
Noregi og allur heimurin er skelkað av hendingini, og allir fótbóltsdystir í trimum teimum ovastu deildunum eru avlýstir.
Eisini amatørsjónleikara festivalurin í Tromsø hevur tikið avleiðingarnar av tí, sum hent er, og festivalurin er nú avlýstur. Einasta sýningin í dag verður tan hjá Iran, sum eftir mikið stríð og strev endiliga kom fram til Tromsø, seks dagar seinking endiliga kom fram í gjár.
Og leikurin hjá Iran snýr seg júst um kærleika, frið og vinarlag. Eftir sýningina klokkan seks í kvøld verður ein minnisstund fyri teimum higartil 92, sum eru deyð í terrorálopinum hjá høgraekstremistinum, Anders Behring Breivik.









