Leita framvegis eftir Rólanti Nónfjall

Tíðliga í morgun var leitingin eftir Rólanti Nónfjall uppafturtikin. Løgreglan, sløkkiliðið í Vági og Suðuroyar Sunnara Bjargingarlið leita á landi, tyrlan leitar úr luftini og Brimil leitar á sjónum. Eisini leitar Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag.

- Vit leita fyrst og fremst í sunnaru helvt og vestan fyri, við tað at hann seinast var sæddur vesturi á Eiðinum, sigur vakthavandi í morgun.

 

Síðani í gjár umleið klokkan 14 hevur verið leitað eftir 67 ára gamla Rólanti Nónfjall. Hann er seinast sæddur umleið klokkan 15:30 til gongu eftir Eiðisvegnum í ein vestan. Hann var tá sannlíkt einum myrkum jakka og er í myrkum buksum og í ljósum inniskóm.

 

Rólant er roykjari og hevur sum oftast eina ball í munnklovanum.

 

Hann er 165 til 170 cm høvur. Hevur stuttklipt brúnt hár og er heldur prúður á at líta.

 

Síðani klokkan 21 í gjárkvøldið hevur løgreglan leitað við hundi. Bjargingarlið og sjálvboðin hava eisini tikið lut í leitingini.

 

Avrátt varð at steðga leitingini á midnátt, men var altso uppafturtikin í morgun.