Leita eftir vraklutum av Westerbeek

Í góðveðrinum í dag eru menn farnir at kava útfyri Lopranseiði vestantil á Suðuroynni. Teir leita eftir vraklutum av skipinum Westerbeek Westerbeek sakk 2. september í 1742, og fleiri havt havt á munni, at áhugavert hevði verið at kava á staðnum, har meint verður at Westerbeek sakk.

Í dag eru menn so farnir at kava. Tað er Mathias Lassen, sum er oddamaður. Hann hevur áhuga í søguni um Westerbeek og hevur kannað søguna. Hann hevur fingið Sigurd Gudmundsson, og aðrar við sær, tí Sigurd eigur skjóta bátin Scorpio, og er annars vanur við at fáast við sjógvin sum froskmaður, og sum ánari av útgerð, so sum vatnskí og skjótgangandi bátum.

Vaktarskipið Brimil liggur eisini útfyri Lopranseiði. Spennandi verður at frætta, um teir í dag finna kanónir, ella annað, av Westerbeek.